(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Vetrarljós 2018 í Tórshavn verður 3. februar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.01.2018 - 20:12

Tíðindi > Mentan > Frítíð

Vetrarljós 2018 verður leygardagin 3. februar í Havn. Tiltakið er eitt samstarv ímillum Visit Tórshavn, Tórshavnar Kommunu og ymsar aktørar í býnum.

Í stuttum er tað dagurin har vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki og list á ymsum spennandi støðum í býnum. Tónleikur verður í býnum um kvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tórshavnar kommuna skipar fyri hugna í býnum við ymsum ljósinstallatiónum.