Við arkitektunum á Sornfelli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.10.2014 - 22:44

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Í sambandi við Arkitektadagarnar, sum hetta vikuskiftið verða hildnir í Havn, var í dag skipað fyri einum forvitnisligum túri niðan á radarstøðina á Sornfelli.

Radarstøðin er yvirtikin av landinum, tað vil siga, at Landsverk nú hevur ábyrgdina av støðini. Tað var tó Ove Ritter, ein av teimum fáu donsku hernaðarfólkunum, sum eru eftir í Føroyum, sum - saman við nýsetta leiðaranum fyri deildini í Føroyum, Per Højgaard-Jensen, sum vístu ferðalagnum runt inni í fjallinum.

Uppi á toppinum var sínið tíverri ikki nóg gott til at allar oyggjarnar kundu upplivast haðani.

Hugtakandi er at síggja ógvusliga hernaðarstøðini, ið varð bygd fyrst í sekstiárunum sum eitt eitt av fleiri vesturlendskum bolverkum undir kalda krígnum.

Ein civilur radari melur nú í øðrum kuplinum - annars er alt so at siga tikið niður. Kompressararnir, sum trýsta luft inn í kuplarnar koyra tó framvegis í samdøgursdrift, tí tað er neyðugt. Kuplarnir skulu hava yvirtrýst, tí sløkna kompressararnir, fella teir saman eins og ein ballón, ið missir trýstið.

Ógvuliga spennandi spurningurin nú er, hvat landið skal brúka støðina inni í fjallinum til.

Kanska tit lesarar á Portalinum hava eitt hugskot - viðmerkingar eru vælkomnar.