Stef Oliviers frá Domo, Jim Sonne formaður í 07 Vestur og Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu

Við at verða liðugt á Pálsoyruni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.05.2017 - 15:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í síðstu viku var gongd sett á at leggja nýtt graslíki á vøllin á Pálsoyruni í Sørvági. Arbeiðið verður gingið væl, og verður liðugt í dag.

Føroyska veðurlagið kann vera ein avbjóðing tá graslíki skal leggjast á, men týsku áleggjararnir, sum gera arbeiði, hava í mong ár lagt graslíkisvøllir í Føroyum, sigur Birgir Andreasen, stjóri í Føroya Møblasølu, sum umboðar Domo Sportsgras.

Sølustjórin hjá Domo Sportsgras er í hesum sambandi komin til Føroyar, og vøllurin verður handaður í morgin.