Við Brúnna verður 8. juli

Ingi Samuelsen

17.05.2017 - 07:57

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Aftur í ár verður skipað fyri afturvendandi tónleikatiltakinum Við Brúnna á Oyrarbakka. Í ár verður tiltakið leygardagin 8. juli.

Nógvir føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá tíðliga á kvøldi til út á náttina. Harumframt verður café-tjald, dansur í Eydnuni og annað á skránni, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni er í fokus.

Enn eru nøvnini, sum skulu levera tónleikin, tó ikki avdúka. Tey verða kunngjørd í næstum, siga fyrireikararnir.

Sí myndir frá tiltakinum í fjør