Mynd: Sverri Egholm

Við palistinskum flaggi til hátíðarhald fyri Ísrael



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.05.2018 - 21:25

Tíðindi >

Meðan tey allar flestu, sum vóru á Vaglinum seinnapartin vóru komin fyri at heiðra 70 ára stovningardagin fyri statin Ísrael, so var eitt palistinskt flagg at síggja.

- Vit vilja stuðla og vísa samhaldsfesti fyri palistinska fólkinum. Tey hava ikki rætt til sítt egna land, har Ísrael ikki loyvir tí, og tey ikki hava friðarsáttmála umframt at Ísrael hevur bumbað skúlar og sjúkrahús, segði Rani Ravnsfjall, sum var ein av teimum sum møtti upp við palistinskum flaggi, við Dag & viku í kvøld.

Eisini gjørdi Rani Ravnsfjall vart við øll tey sum í dag eru deyð í blóðbaði í Gazageiranum, og tey fleiri túsund, sum eru særd.

Hann skilir ikki, at býráðið í høvuðsstaðnum loyvir øllum ísraelsku fløggunum, sum hava verið at sæð í býnum í dag.

Á tiltakinum seinnapartin var annars ísraelskur tónleikur umframt at Svenning á Lofti og Avi Lipkin høvdu orðið. Eini 150 fólk vóru møtt upp.

Sí myndir frá tiltakinum her