Mynd: Dánjal Viðoy

Viðareiðis kirkja 125 ár: Hátíðarguðstænasta sunnudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.12.2017 - 20:37

Mentan > Trúarlív

Í ár eru 125 ár liðin, síðan Viðareiðis kirkja varð vígd hin 20. novembur 1892.

Í hesum sambandi verður hátíðarguðstænasta í Viðareiðis kirkju nú sunnudagin – hin 10. desembur klokkan 17.00. 

Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at prædika. Í sambandi við føðingardagin hjá kirkjuni heitti kirkjuráðið fyrr í ár á Paulinu Eliasen á Syðradali um at gera ein nýggjan viólbláan messuakul til Viðareiðis kirkju við Luther-rósuni sum motivi. 

Nýggi messuakulin verður tikin í nýtslu henda dagin.