Víðari enn einaferð

Sverri Egholm

09.03.2018 - 20:46

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Síðsta fríggjakvøld stóð han eftir sum tann triðsíðsti, og slapp akkurát víðari. Í kvøld nevndi veturin navnið hjá Sigmundi fyrst.

Sostatt er Sigmund Tróndheim við føroyskum pápa enn einaferð víðari í X Factor sangkappingini á DR 1.

Hann vísti í kvøld sínar góðu dansiførleikar, og tað dámdu áhoyrarunum. Lagið Sigmund framførdi var lívliga “Cool for the Summer” hjá Demi Lovato.

Hetta var triðja beinleiðis sending.