Erik Lamela skoraði seinna málið

Víðari luttøkan var ongantíð í vanda

Ari av Rana

07.02.2018 - 23:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tottenham vann í kvøld ein tryggan 2-0 sigur á Newport í FA Cup umdysti. Støðan endaði 2-0 til felagið úr London.

Tottenham kom 1-0 á odda eftir 26 minuttir, tá Newport leikarin Dan Butler gjørdi sjálvmál. Í 34. minutti skoraði argentinski miðvallarin hjá Tottenham, Erik Lamela, til endaligu støðuna 2-0.

16 lið eru nú eftir í stóru ensku steypakappingini. Favorittar at vinna kappingina eru oddaliðið í Premier League, Manchester City. Hini liðinum, sum væntandi far at standa seg væl eru Manchester United, Chelsea og Tottenham.