Sørin Samuelsen og AB endaðu við at verða omaná í kvartfinaluni á Argjum í kvøld

(Mynd: Sverri Egholm)

Steypaævintýrið hjá AB heldur fram

Agnar Frederiksen

09.05.2018 - 19:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Flaggdagin gjørdi AB av við steypavinnararnar við Løkin, og í dag vendi AB 0-2 til 2-2 og vann brotssparkskapping ímóti EB/Streymi. Harvið er AB í hálvfinaluni í kappinginium Løgmanssteypið fyri fyrstu ferð síðani 2009.

Talan var um eina inntensa kvartfinalu á Argjum í kvøld. Dysutirn livdi allar 120 minuttirnar, og tað var drama og spenningur fyri allar pengarnar.

Tað var útiliðið, ið kom á odda beinanvegin, tá ein feilur í uppspælinum hjá AB varð revsaður. Gestur Bogason Dam sendi Pætur J Petersen í dýbdina, og einsamallur við málverjanum var kviki kantspælarin tryggur. AB kom fyri seg aftur og søkti at, men EB/Streymur var omaná í 1.hálvleiki og økti stutt fyri hálvleik. Málskjúttin, Pætur Petersen, legði bóltin innfyri, og har fekk Rógvi Egilstoft Nielsen prikað bóltin í málið. 2-0 í hálvleikinum og EB/Streymur var harvið á veg í hálvfinaluna.

Men stutt inn í 2.hálvleik minkaði Tóki á Lofti um munin. Tóki spældi í fjør við EB/Streymi. Dysturin bylgjaði nú aftur og fram, og AB royndi av øllum mátti at fáa javna. Og tað eydnaðist, tá fáir minuttir vóru eftir. Eftir horna var sum stútaði bóltin í málið. 2-2 eftir 90.minuttir, og harvið skuldi 2x15 min til.

Í longdu leiktíðini løgdu bæði liðini nógv fyri at fáa avgjørt dystin, men hvørgan av liðunum skoraði, so tað endaði við brotssparksskapping.

EB/Streymur byrjaði við at skora, men so gekk alt galið fyri útiliðið. Argjamenn vóru tryggir í teirra brotspørkum, og teir skuldi bara skjóta tríggar ferðir, tí EB/Streymur misnýtti trý tey næstu brotsspørkini, har Heðin Stenberg bjargaði tað seinasta.

Stór frøi á Argjum nú uppflytarin er komin langt í steypakappingini. Venjarin Sorin Anghel hevur ført sínar menn hartil, við at vinna á Sámal Erik Hentze, ið hann arbeiddi saman við í Víkingi tvey tey seianstu árini, og við at vinna ímóti felagnum sum hann umboðaði í 13 ár.

Eftir 90.minuttir:

AB-EB/Streymur 2-2(0-2)
2.min: Pætur J. Petersen 0-1
42.min: Rógvi Egilstoft Nielsen 0-2
47.min: Tóki á Lofti 1-2
83.min: Søren Samuelsen 2-2


Brotssparksskapping:
2-3: Ragnar B.Danielsen
3-3: Bárður Olsen
Marni Djurhuus brennir
4-3: Jónas Stenberg
Rói H. Olsen brennir

5-3: Tóki á Lofti
Heðin bjargar brotssparkinum frá Pæturi Petersen


Hinar tríggar kvartfinalurnar verða leiktar í morgin: 

14.00: B36 - Skála
15.00: Víkingur - TB/FCS/Royn

17.00: HB - B71

Liðini hittast aftur á Argjum í Betri-deildini sunnudagin.