(DR)

Video: Á snjófjøl við fullari ferð og skákaði sær undan vilstum íkorni

Sverri Egholm

25.02.2018 - 11:09

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Í áttandapartsfinaluni hjá kvinnum í paralell snowboard á vetrarleikunum í Pyeongchang, var eitt vilst íkorn brádliga í stórum vanda, og íðkarin kundi helst komið illa til skaða.

Suðurkoreanska íkornið fór tvørtur um skíðbrekkuna, tá Daniela Ulbing á snjófjøl kom oman eftir breytini við fullari ferð. Men til alla lukku fekk eysturíkski íðkarin akkurát skáka sær undan, og so vilsta íkornið slapp undan skaða.

Tað órógvaði tó ikki meira enn so, at Daniela Ulbing vann seg víðari í fjórðingsfinaluna.