Video: Adventsløta við BUBU



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.12.2017 - 15:55

Mentan >

Nú jólini stunda til, eru Gráasteinshúsini á Saltnesi vorðin karmur um upptøkur hjá Klovninum BUBU og vinum hansara.

Undir heitinum Adventsløtur við BUBU, stákast BUBU til jólana við at gera ymiskt ítriv, eins og at tónleikarar og sangarar koma á gátt og framføra.

Men ikki bert hesi eru og vitja BUBU, tí vinur BUBU’s úr Ísrael, Jógvan Professari vitjar eisini og práta teir um jólini og boðskapin um jólini.

Tað er Maria á Lakjuni, ið syngur til fyrstu adventsløtuna, ið sæst og hoyrist omanfyri.