Video: Arbeiðið við nýggja Sundsverkinum gongur væl



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

22.05.2018 - 10:54

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

SEV og Articon leggja sera stóran dent á trygdina í sambandi við byggingina av nýggja Sundsverkinum. Arbeiðið gongur væl, og higartil er eingin skaði, sum hevur elvt til fráveru, staðfestur undir arbeiðinum.

Á byggiplássinum er ein stór ljóstalva, sum vísir dagar uttan arbeiðsvanlukkur. Innslagið snýr seg um trygd á arbeiðsplássinum, og hvussu SEV og Articon leggja seg eftir, at eingin kemur til skaða undir arbeiðinum.