Video: Aron gav Djóna møguleikan í ringunum - báðir við heiðursmerkjum um hálsin

Sverri Egholm

30.06.2017 - 20:19

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Tað klirraði øgiligt í fimleikahøllini í Visby seinnapartin. Føroysku fimleikararnir og serliga menninir hava hálað nógv heiðursmerki heim.

Aron Jacobsen, sum luttók í fleiri kappingum valdi at geva Djóna Sakarissyni møguleikan í ringunum, har hann eisini hevur klárað seg væl.

Og tað gav úrslit. Djóni vann silvur fyri Føroyar. Sjálvur fekk Áron eisini nógv heiðursmerki.