Video: Bamsuskaðastovan aftur á mentanarnáttini í ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

08.05.2018 - 08:47

Mentan > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

Nú mentanarnáttin nærkast, boðar Landssjúkrahúsið frá, at vælumtókta bamsuskaðastovan aftur verður á skránni í ár.

Visit Tórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt í ár tann 1. juni, og skráin kemur seinni.

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, er Mentanarnáttin vorðin eitt fast afturvendandi tiltak í Havnini, og skráin og undirtøkan veksur hvørt ár.

Skráin er vanligvís drúgv og fjølbroytt fyri mentanarnáttina. Tónleikatiltøk eru ymsastaðni í býnum, og stovnar og fyritøkur hava opið hús. Handlar í býnum hava opið til klokkan 23.00, og allar matstovur hava eisini opið. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.