Upptøkur: Paralympic Games

Video: Blindur fótbóltsspælari spældi sum um hann sá

Sverri Egholm

12.09.2016 - 05:24

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Blindafótbóltur er nakað heilt serligt. Ofta kann tað tykjast sum, at leikararnir síggja, men tað gera teir bara ikki.

Seinnapartin í dag hittust Marokko og Iran í Paralympisku leikunum í Rio. Iran vann dystin 2-0.

Tað var serliga tað seinna málið, sum var vakurt. Iranski Bezad Zadaliasghari tók sær sjálvur av tí, tá hann fór rekandi við bóltinum og fintaði seg ígjøgnum verjuna hjá Marokko, sum um at hann sá.

Leikararnir hava bæði tape og bind fyri eyguni, so teir ikki síggja nakað. Málmennirnir síggja tó.