Video: Byggja klintrileið á Trælanípuni

Sverri Egholm

01.06.2017 - 13:29

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Absalon Eysturoy og aðrir eru nú farnir í gongd við eina verkætlan at gera eina klintrileið á Trælaníåuni.

Tað skal vera møguligt at fáa klintriupplivingar á hesum serstaka og søguliga stað. Upplivingar fyri føroyskar klintrarar og útlendingar, sum vitja hendavegin, verður sagt.

Byrjað var seinnapartin í gjár, og eftir ætlan verður klintrað á lidnari leið fríggjadagin seinnapartin og møguliga leygardagin 3. juni.

Toymið heldur til í summarhúsinum hjá Ólavi Hátún í Bø mikudag til leygardag.

Ein filmur verður gjørdur meðan klintrileiðin verður gjørd. Tað er filmmaðurin Andreas Thaulow, sum er kendur innan hetta at kasta ljós á serligar náttúruupplivingar, sum ger filmin. Andreas er sjálvur dugnaligur klintrari. Til at gera filmin hevur Andreas David Mc Kenzie myndamann við sær.

Í dag er ein lítil brellbiti lagdur út. Sí omanfyri.