Video: Dánial sang seg víðari í hálvfinaluna í karaoke

Sverri Egholm

06.11.2016 - 11:34

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Dánial Gomez Gudjonsson vann seg í nátt víðari til hálvfinaluna í HM í Karaoke, sum í hesum døgum er í Vancouver í Kanada.

Føroysku luttakararnir hesuferð eru Sofía Juel Rasmussen og Dánial Gomez Gudjonsson. Tey bæði sungu seg víðari í fyrsta umfarinum, sum var fríggjadagin, men í nátt eydnaðist tað bara Dániali, at syngja seg víðari.

Og tað gjørdi hann við lagnum "Change the World" hjá Eric Clapton. Hoyr framførsluna omanfyri.

Sofía er tó ikki heilt liðug, tí hon skal saman við øllum hinum luttakarum syngja “We are the World”, tá kappingin er liðug.

Í kvøld byrjar kappingin aftur kl 23 føroyska tíð, og klokkan umleið 01:30 føroyska tíð verður Gomez á pallinum.