Mynd: New York Times

Video: Drona yvir jarðskjálvtarakta Pescara del Tronto

Jens Hákun Leo

26.08.2016 - 08:35

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Italienski fjallabýurin Pescara del Tronto er nærum lagdur í oyði eftir harða jarðskjálvtan, sum rakti fyrr í vikuni.

Jarðskjálvtin rakti á miðjari nátt mikunáttina, kl. 03.36 lokala tíð, og varð máldur til 6,2 á Richter-stiganum.

- Tá ið eg kom har um morgunin, sá eg ein oyðilagdan bý og deyða, og eg hoyrdi sorgarróp, sigur italienski biskuppurin Giovanni D´Ercole, sambært New York Times.

Giovanni D´Ercole nýtti høvið til at signa líkini av tveimum deyðum børnum, sum tá framvegis lógu undir húsaleivdunum.

Pescara del Tronto er bara ein ein fleiri italienskum fjallabýum, sum vórðu raktir mikunáttina. Harundir varð eisini Amatrice sera illa raktur.

Seinastu tølini viðvíkjandi ávikavist deyðum og særdum er, at okkurt um 250 fólk eru deyð og á leið 265 særd.

Sjá niðanfyri video, har ið drona flýgur yvir oyðilagda býnum.

Drona flýgur yvir jarðskjálvtarakta Pescara del Tronto