Video: Føroyskur dansur á regatta

Sverri Egholm

13.08.2016 - 20:18

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Føroysku træbátarnir fóru upp á Grønhólm í regattaini, sum var av Eiði til Hósvíkar í gjár.

Nógvir árabátar luttóku og tí var gaman í at trína í føroyskan dans á Grønhólmi. Eini hundrað fólk mundu vera samlaði á hólminum, sum er sunnanfyri brúnna.

Árabátarnir vóru farnir nakað væl fyrr av Eiði enn hinir bátarnir, so meðan føroyski dansurin var, sigldi regattain framvið Grønhólmi.

Vit gjørdu nakrar upptøkur.