Myndir frá Skam, NRK

Video: Fyrsta brotið av seinasta Skam-umfarinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.04.2017 - 18:35

Mentan >

Klokkan 12:28 føroyska tíð, varð fyrsta brotið av nýggjasta umfarinum av væl umtóktu sendirøðini Skam, tøkt á netinum. Og áhugin hevur verið stórur, siga tey á NRK, sum framleiðir sendirøðina.

Sana (Iman Meskini) hevur høvuðsleiklutin í hesum umfarinum, sum eisini verður tað síðsta, og í fyrsta brotinum verður eisini nomið við ymsar støður, sum hon kemur í sum muslimur.

VG skrivar, at fleiri høvdu trupulleikar at síggja brotið, tá tað varð kunngjørt, og hetta var tí, at NRK hevði tekniskar trupulleikar.

Sum skilst verða fleiri brot lagt á heimasíðuna hjá Skam, og tey verða øll tøk at hyggja eftir í øllum Norðanlondum. NRK hevur annars sett eitt sokallað “geoblock” á sendirøðina, so Skam ikki sæst uttanfyri Noreg.

Sjálvt umfarið byrjar á NRK3 fríggjakvøldið.

Alt brotið sæst her