Video: Brann.no

Video: Gilli avgjørdi dystin við frekum máli

Sverri Egholm

23.04.2017 - 23:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hegnisliga við innaru síðu setti føroyski landsliðsleikarin Gilli Rólantsson bóltin í netið til støðuna 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið í dystinum millum Brann og Lillestrøm í kvøld. Sí málið omanfyri.

Daniel Braaten skoraði hitt máli í dystinum tá 53 minuttir vóru leiktor og Gilli sítt tá ein tími var leiktur.

Brann liggur á fjórða plássi við 10 stigum. Fimm umfør eru leikt og bara trý stig eru upp til Rosenborg á fyrsta plássi.

Gilli Rólantsson og hinir á Bergenliðnum skulu aftur í eldin leygardagin, tá teir spæla móti Viking, sum liggur í botninum í deildini.

Síggj øll hæddarpunktini frá dystinum á brann.no her