Video: Gjørt videolag til Racerunning stevnusang



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

14.06.2018 - 20:05

Ítróttur >

Martin Johannesen, sum hevur íðkað RaceRunning í nógv ár hevur luttikið á stevnu í Danmark hvørt ár síðani 2011.

Til eina av kappingunum fyri nøkrum árum síðum bleiv ein sangur gjørdur til lagið “Let it be“ um hesa ítróttargreinina. Sangurin fekk navnið The RaceRunners Anthem, og hevur verið sungin á hvørjum árið síðani.

Umframt at íðka Racerunning, so er Martin Johannesen úr Klaksvík eisini tónleikari, og hann hevur saman við bólki hansara, Vinir, spælt inn og gjørt videolag av sanginum.

- Tá sangurin varð gjørdur, hugsaði eg beinanvegin, at ein sangur um eina so góða, gevandi og lívsjáttandi ítróttargrein hevði verið verdur at spælt inn, sigur Martin Johannesen.

Tann 12 til 14. juli verður RaceRunners-stevna aftur á Frederiksberg, og tá verður hesin sangurin aftur sungin.

Sí videolagið omanfyri.