Upptøka: Landssjúkrahúsið

Video: Gongd komin á stoypingina í H-bygninginum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

21.09.2017 - 21:42

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Í síðstu viku var liðugt at spreingja fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Alt lendið er nú byggiklárt, og gongd er komin á at stoypa.

Nýggi bygningurin kemur at hava 92 seingjarpláss, harav 28 eru til psykiatriskar sjúklingar. Sostatt koma sjúklingar við sálarligum og kropsligum heilsutrupulleikum at fáa viðger í sama umhvørvi.

Eisini hevur bygningurin tríggjar føðistovur heldur enn tvær í dag, tvær nýggjar háisolatiónsstovur og høvuðskøk og kantinu.

Áleið 50 parkeringspláss vera í kjallaranum.