Video: Hamferð gagnnýttu sólarmyrkingina til fulnar – tóku upp nýtt video

Hallur av Rana

21.03.2015 - 02:11

Mentan > Mentan > Tónleikur

Hvar vart tú til sólarmyrkingina í 2015?

Tað er ein spurningur, ið fólk fara at spyrja og svara tey næsti fimti árini. Fá munnu tey tó vera, ið hava eitt eins áhugavert svar sum limirnir í bólkinum Hamferð.

Hamferð brúkti nevniliga sólarmyrkingina til at filma eina framførslu av teirra sangi Deyðir Varðar.

Hábærsliga upptøkan varð gjørd omanfyri Kvívík, og er tað Kenneth Jørgensen, ið tók sær av myndaupptøkuni og Theodor Kapnas, ið stóð fyri ljóðupptøkuni.

Til ber at síggja upptøkuna undir greinini.