Video: Hamferð við nýggjum sjónbandalagi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.12.2017 - 20:01

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í samband við nýggju plátuna, ‘Támsins likam’, hevur Hamferð júst útgivið sjónbandalagið ‘Frosthvarv’, ið ber brá av stuttfilmi. 

Lagið er bæði ein sorgblíð kærleiksvísa og eitt harmaljóð um spillandi sorg. Innihaldið í stuttfilminum lýsir hesa huglagstvígreining og er samstundis ein tulking av søguni, ið bindur saman løgini á ‘Támsins likam’.

Franklin Henriksen hevur leikstjórnað, og Beinta Haraldsen og Julia í Kálvalíð hava lagt til rættis.