(Tingvarpið)

Video: Heðin Mortensen hótti við at niðurleggja fundin

Sverri Egholm

20.12.2017 - 00:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tað var so mikið nógv órógv í tinginum fyri løtu síðani, at Heðin Mortensen, sum í løtuni er tingformaður, hótti við at niðurleggja fundin.

Eftir øllum at døma vóru tað Jacob Vestergaard og Poul Michelsen, sum róptu eftir hvørjum øðrum í tingsalinum.

Andstøðulimir hava í kvøld áhaldandi gjørt vart við at tað eru landsstýrisfólkini, sum stýra øllum í samgonguni. Helst var tað hetta, sum elvdi til rokið.

Løgtingið hevur í løtuni triðju viðgerð av fíggjarlógini.