Video: Heed úr Fuglafirði vrakaður í X Factor

Sverri Egholm

27.01.2017 - 20:23

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

- Einki X Factor uttan ein føroying, segði Remee, tá Heed kom á pallin í X Factor í kvøld.

Jógvan Jacobsen, eisini nevndur Heed, slapp gjøgnum nálareygað frá fyrstu upptøkuroyndunum og víðari til sokallaða Five Chair Challenge.

Í kvøld var Five Chair Challenge fyri tey, sum eru yvir 23 ár, og tí var túrurin komin til fuglfirðingin, sum er búsitandi í Esbjerg.

Dómararnir vóru ikki serliga imponeraðir av framførsluni í kvøld. Remee helt, at tað var betri til upptøkuroyndina. Hann fekk tó ein stól. Stólurin er tó bert til láns í fyrsta umfari, tí um dómarin heldur, at onkur annar ger tað betri enn tey sum sita í stólunum, so kann hann skifta tey út.

Tað var tað, sum hendi hjá Heed, tí síðst í sendingini gekk tað ikki longur, og hann varð skiftur út.

Sostatt fara vit ikki at síggja nakran føroying í X Factor liveshow í ár.

Niðanfyri eru nøkur klipp frá í kvøld. Øll sendingin sæst her