Video: Her er lívliga framførslan hjá Dániali Gomez Gudjonsson

Sverri Egholm

07.11.2016 - 09:50

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað eydnaðist Dániali Gomez Gudjonsson at syngja seg víðari til hálvfinaluna í HM í karaoke náttina til sunnudagin.

HM í Karaoke hevur seinastu dagarnar verið í Vancouver í Kanada, og í nátt var hálvfinalan og finaluumfarið.

Men hóast eina lívliga framførslu við eitt nú breakdansi, eydnaðist tað ikki Dániali at koma í topp 5. Hann framførdi lagið “All I want” hjá Kodaline.

Tíverri gjørdist Sofía Juel Rasmussen ov stutt, og tað gjørdist tí ikki til eitt finalupláss hjá henni.