(DR)

Video: Her sæst øll upptøkuroyndin hjá Olivuri

Sverri Egholm

20.01.2018 - 16:14

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tá upptøkuroyndin í X Factor hjá Olivuri Bech Andreasen varð send næstsíðsta fríggjadag, vísti Danmarks Radio bara nøkur fá sekund, har hann fekk trý ja frá Remee, Sanne Salomonsen og Thomas Blachman.

Nú hevur DR lagt alla upptøkuroyndina á netið, og hon sæst omanfyri. Hann syngur lagið Good Riddance hjá Green Day.

- Eg minnist ikki, nær eg var so glaður seinast, sigur Olivur Bech Andreasen í endanum á innslagnum.

Í gjár royndi hann seg í Five Chair Challenge við countrylagnum The Gambler, og tryggjaði sær ein av teimum fimm stólunum. Og hann varð sitandi til sendingin varð liðug og er tí millum fimm teir luttakararnar, sum skulu við Remee til bootcamp um nakrar vikur.

Les eisini: Olivur: - Væntaði at verða skiftur út

Les eisini: Blachman um Olivur: - Halt kjaft, tú ert góður