Upptøkan inniheldur ógvusligar myndir

Video: Her skjýtur maður frá hond uttanfyri matstovu

Sverri Egholm

22.07.2016 - 22:10

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Higartil er váttað, at níggju persónar hava latið lív týska býnum München í kvøld.

Tað var klokkan 17 føroyska tíð, at ein maður byrjaði at skjóta frá hond við eina McDonalds matstovu. Eisini vóru skot at hoyra í einari sølumiðstøð skamt har frá.

Hóast løgreglan heitir á fólk um ikki at leggja upptøkur og myndir út á sosialar miðlar, er ein upptøka komin út av manninum, sum skjeyt frá hond uttanfyri matstovuna.

Løgreglan sigur, at tað er einki sum bendir á, at skotatsóknin hevur nakað við islamskan stat at gera.

Sí video omanfyri. Vit ávara móti ógvusligum myndum.