Video: Her vinnur føroyska landsliðið finaluna móti Turkalandi

Sverri Egholm

18.06.2017 - 21:53

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Her sært tú síðstu minuttirnar av finaluni millum Turkaland og Føroyar. Føroyska A-landsliðið vann dystin við einum máli og við úrslitinum 26-25.

Sostat endurvunnu Føroyar Emerging Nations Championship, sum hevur verið leikt í Bulgaria hesaferð.