(Upptøkur: Raclip)

Video: Herligur vátur hósdagur í Klaksvík

Innsent

11.08.2017 - 12:29

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Fyrsti dagurin á ársins Summar Festivali bjóðaði framúr konsertir, nógv fólk og regn. Lagið var sera gott, hóast vætuna úr erva, og á pallinum spardu tónleikarar og sangarar seg ikki.

Stóra navnið hóskvøldið var Lukas Graham, sum spældi sína seinastu konsert á einari ferð, sum byrjaði á Vágsbøi fyri tveimum árum síðani. Lukas Graham gav føroyingum alt, sum hann hevði, og var sera takksamur fyri móttøkuna, hann enn einaferð fekk í Føroyum.

Danny & The Veetos høvdu poppveitslu á Vágsbøi, og á hinum pallunum vóru frálíkar konsertir við Konni Kass, Sámal Ravnsfjall, Olvheðin Jacobsen og Vincent.

Raclip hevur gjørt henda filmin frá hósdegnum á Summarfestivalinum