Video: Hoyr Jónu og Hera syngja til HM í karaoke í Svøríki

Sverri Egholm

14.11.2014 - 05:22

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Í kvøld byrjaði HM í karaoke og Føroyar eru við í kappingini. Jóna á Váli Olsen og Heri Olsen gjørdust Føroyameistarar og harvið sleppa tey at umboða Føroyar í til HM.

Jóna legði fyri við lagnum "Cry Me Out" hjá Pixie Lot og Heri sang "Knights of Cydonia" hjá Muse.

Portalurin fer at fylgja við hvussu tað fer at gangast teimum báðum og vit hava fingið loyvi til at vísa upptøkurnar tá tey bæði sungu.

Hoyr Jónu á Váli Olsen her
Hoyr Hera Olsen her