(DR)

Video: Ikki so nógvur svøvnur til Carlsen-systrarnar

Sverri Egholm

08.02.2018 - 16:32

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað er í ovurmorgin, at Carlsen-systrarnar skulu syngja í danska grand prixnum við sanginum “Standing up for love”.

Í dag hava tær havt fyrstu royndina á pallinum, og tær lata væl at, hóast tað ikki bleiv til so nógvan svøvn til ta einu systrina.

Tí við sær í Aalborg hava tær menninar og tvey børn hvør, so tað er ríkiligt at halda skil á, tá øll samlast.

Men tað er heilt fantastiskt, at hava familjuna við til Melodi Grand Prix, staðfesta tær tríggjar systrarnar.

- Tað hevur nógv at siga, at familjan stuðlar okkum. Tað er tað besta nakrantíð, siga tær í samrøðu við dr.dk.

Sí video omanfyri.

Sí eisini: Hoyr sangin "Standing up for love" her



beint nú