Video: Kavaðu niður á Ólav Gregersen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

29.05.2018 - 08:04

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

Leygardagin gjørdu fólk úr Tórshavnar Froskmannafelag eitt kav niður á Ólavur Gregersen, sum liggur á Flesjunum.

Veðrið var framúr leygardagin, og túrurin var eisini góður. Teir, sum vóru við hava gjørt eitt videobrot frá túrinum, so til ber hjá okkum á landi at síggja, hvussu tað sær út.

Teir sum vóru við á túrinum leygardagin vóru Dávid Christiansen, Andrias Joensen, Meinhard Winther, Ólavur Ellefsen og Bogi Krossteig.

Skipið fór á land í Flesjunum á vetri 1984 og sakk.