Video: Klintrileiðin á Trælanípuni liðug

Sverri Egholm

05.06.2017 - 22:19

Mentan >

Í dag var seinasti dagurin hjá Absalon Eysturoy og hinum, sum seinastu fýra dagarnar hava bygt nýggja klintrileið á Trælanípuni við Leitisvatn.

Teir vórðu lidnir við leiðina í gjár og í dag fóru teir at klatra.

Ein filmur verður gjørdur meðan klintrileiðin verður gjørd. Tað er filmmaðurin Andreas Thaulow, sum er kendur innan hetta at kasta ljós á serligar náttúruupplivingar, sum ger filmin. Andreas er sjálvur dugnaligur klintrari. Til at gera filmin hevur Andreas David Mc Kenzie myndamann við sær.

Tann filmurin verður at síggja seinni.