Upptøka: Atlantic Airways

Video: Koks móttikið við heiðursportri

Sverri Egholm

24.02.2017 - 09:32

Tíðindi >

Tá fólkini frá Koks, Poul Andrias Ziska, kokkur, Karin Visth, víntænari, og Johannes Jensen, stjóri, í gjárkvøldið komu í Vágar, hevði Atlantic Airways skipað fyri heiðursportri.

Atlantic Airways sendi eisini beinleiðis frá heimkomuni. Omanfyri sæst eitt lítið brot tá tí upptøkuni.

Tað var mikudagin, at Koks fekk eina Michelinstjørnu á tiltaki í Stockholm. Hetta er fyrsta Michelinstjørna, sum nøkur føroysk matstova hevur fingið.