(Upptøkur: Eilif Jógvansson)

Video: Kom ein túr við í Eysturoyartunnilin

Sverri Egholm

24.02.2018 - 22:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í dag var møguligt at sleppa ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin strandamegin. Hetta varð væl móttikið, og bussar hava koyrt oman til rundkoyringina og niðan á Strendur aftur.

Tað er eitt ár síðani fyrsta skotið til tunnilin varð latið, og tí var eisini skipa fyri tiltaki á Strondum, har ymsar framløgur vóru í bygdahúsinum.

Eilif Jógvansson hevði upptøkutólið við, og gjørdi nakrar upptøkur í tunlinum. Sí brotið omanfyri.