Upptøkur: Tórshavnar Sløkkilið

Video: Koyrdu bil á sjógv

Sverri Egholm

01.06.2018 - 21:12

Mentan >

Tórshavnar sløkkilið hevur í kvøld havt nógv virksemi á Bursatanga í sambandi við Mentunarnáttina.

Fyrst varð brandvenjing, har eldur varð settur á eina smáttu, og síðani varð ein bilur við einari dukku sum persóni, koyrdur á sjógv. Bjargingarkavarar frá sløkkiliðnum umborð á Rescue Lív og báturin hjá skølliliðnum, Tór, vóru við í bjargingini.

Nógv fólk, børn og vaksin, hugdu at.

Omanfyri er samandráttur av upptøkum hjá Tórshavnar Sløkkiliði.