Upptøkur: Paralympic Games

Video: Krista Mørkøre bar Merkið í Rio

Sverri Egholm

08.09.2016 - 00:23

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Setanin av Paralympisku leikunum í Rio vóru í kvøld á Marcana leikvøllinum.

Tað er góður mánaði síðani, at Pál Joensen veitraði við føroyska merkinum á sama leikvølli. Pál Joensen svam undir Danmark, men Krista Mørkøre luttekur fyri Føroyar og bar sjálv merkið í kvøld. Venjarar hjá henni vóru beint aftanfyri hana.

Svimjarin Krista Mørkøre skal longu í hylin fríggjadagin. Videobrotið omanfyri vísir løtuna tá hon kom berandi inn við merkinum.