Video: Kvinnur gull á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð

Sverri Egholm

30.06.2017 - 18:35

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

Føroyar hava fingið gullheiðursmerki í borðtennis. Henrietta Nielsen og Durita Jensen vunnu fyri løtu síðani ein fimm-settara 3-2 á einum tveimum kvinnum av Gotlandi. 

Hetta er fyrsta ferðin, at føroyskar kvinnur hava vunnið gull á oyggjaleikum.