Video: Løtan tá Føroyar leiktu seg í EM-endaspælið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

20.03.2017 - 15:35

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Føroyar U17 vunnu í dag 2-1 á Slovakia, og eftirsum at Írland eisini vann á Kýpros í dag, er harvið greitt, at Føroyar hava leikt seg víðari í EM-endaspælið, sum verður í Kroatia í mai í ár.

Føroyar gjørdust nummar tvey í bólki 8 við 4 stigum. Fremst í bólkinum gjørdist Írland við fullum stigatali. Slovakia, sum nú er sligið út, gjørdist nummar trý í bólkinum við trimum stigum.

Hálvleiksstøðan í dystinum í dag var 1-0 til Føroyar við máli frá Tóri Jacobsen (28), og eftir at Hanus Sørensen hevði lagt Føroyar á odda tíðliga í seinra hávleiki (45), minkaðu slovakar um munin til 2-1 í 54.minutti. 

Eftir hetta leikaði hart á føroyska málið, og fingu Føroyar í 83.minutti, t.e. í triðja minutti, av tíðini, dómarin hevði lagt aftrat, ein leikara riknan av vølli fyri at hava fingið sítt seinra gula kortið.

Men sjálvt um slovakar kastaðu alt fram, ja, enntá sín málverja, megnaðu føroyingar at halda stand og framdu eitt satt bragd, meðan slovakar, sum við einum 2-2 javnleiki høvdu tikið plássið hjá Føroyum, vórðu sendir til hús við ongum. 

Sí løtuna í videobrotinum omanfyri, tá ið tað gjørdist greitt, at Føroyar høvdu vunnið á Slovakia og harvið leikt seg í EM-endaspælið.