Video: Løgtingsformaðurin - minnast Henrik prins sum ein fryntligan mann

Sverri Egholm

14.02.2018 - 15:54

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevði seinnapartin minningarorð fyri Henriki prinsi, sum doyði seint í gjárkvøldið.

- Henrikur prinsur og Margreta drotning hava javnan vitjan, bæði við og uttan synirnar. Henriki prinsi dámdi væl at vitja í Føroyum og lívliga dansaði hann føroyskan dans saman við føroyingum tá høvið beyðst til tess, segði Páll á Reynatúgvu millum anað.

- Føroyingar minnast Henrik sum ein fryntligan mann, sum dámdi væl at hugna sær saman við føroyingum. Við samkenslu flaggar løgtingið við hálvari stong í dag og jarðarferðardegin, segði løgtingsformaðurin.




beint nú