Video: Norskt uppisjóvarskip sjósett í Pólandi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

27.11.2014 - 05:45

> Tíðindi > Noreg

Nýggja stásiliga uppisjóvarskipið Kvannøy, sum norðmenn lata byggja á Karstensens Skibsværft, varð í gjár sjósett í Gdansk í Pólandi.

Skrokkurin er bygdur í Pólandi, men skipið skal gerast liðugt í Skagen á Karstensens Skibsværft.

Nýggi Kvannøy verður heili 2500 bruttotons til støddar og hevur eina longd á 78 metrar, 15 metrar breitt og stingur góðar 10 metrar.

Skipið skal eftir ætlan latast eigarunum í juni komandi ár.

Tað er felagið Nyholmen A/S, ið letur skipið byggja í Skagen. Nyholmen A/S seldi í fjør táverandi Kvannøy til Føroyar, har skipið fekk navnið Christian í Grótinum.

Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja video: