Video: Nýtt sjónbandalag frá Lindu Andrews



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

15.06.2018 - 11:41

Mentan > Mentan > Tónleikur

Linda Andrews er í hesum døgum úti við einum nýggjum sjónbandalagi, sum umhandlar tann svára kærleikan, sum kann skera í hjartað.

Lagið eitur “Losing You” og er frá hennara nýggjastu fløgu “Linda Andrews".

Um lagið sigur Linda:
 
- Eg skrivaði hetta lagið fyri nøkrum árum síðani. og nú kendist tað rætt at innspæla lagið og útgeva tað. Eg vil fegin dedikerað lagið til øll, sum hava elska og mist. Kærleikin er ikki altíð lættur, men eg vil heldur hava elskað og mist enn slettis ikki hava elskað.

Lagið er skrivað saman við svianum Mikael Nordmark, og sjónbandalagið er upptikið í Ark Studio av SRT23 Productions.