Video: Nýtt tilfar frá Páll Finnur Páll



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

25.05.2018 - 07:59

Mentan > Mentan > Tónleikur

Hyde eitur nýggjasta staklagið, sum Páll Finnur Páll hevur givið út.

Tað eru nøkur ár síðani, at Páll Finnur Páll gav ljóð frá sær. Men fyri einum mánaða síðani fór bólkurin aftur í studio í eitt vikuskifti, og tvey løg blivu upptikin. Nú er so fyrra lagið liðugt miksað í Studio Bloch og komið út.

Páll Finnur Páll hava útgivið fimm útgávur: Bermenn frá 2003, Førist frá 2005, Fram á hermótið frá 2007, Live frá 2009 og Kom við mær frá 2011.

Limirnir í Páll Finnur Páll eru Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba, Páll G. Hammer, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir W. Arge.