Video: Øll málini í 4. umfari

fsf.fo

19.04.2017 - 11:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Við sannførandi 5-1 sigri á EB/Streymi 2. páskadag staðfesti Víkingur sína støðu sum oddalið í EFFO-deildini. Her ber til at síggja øll málini í 4. umfari í fremstu deildini hjá monnum.

Seytjan mál vórðu skorað í teimum fimm dystinum í 4. umfari í EFFO-deildini, sum varð spælt 2. páskadag, mánadagin 17. apríl. Og við 5-1 sigri á EB/Streymi, styrktu meistararnir um oddasessin í bestu deildini hjá monnum.

Í Havn spældu HB og B36 javnleik 2-2, og tað sama varð úrslitið ímillum KÍ og NSÍ, sum spældu í Klaksvík. Í Fuglafirði eydnaðist 07 Vestur at fáa síni fyrstu stig í ár við at vinna 1-0 á ÍF. Fimti dysturin var á Tvøroyri, har nýggja Suðuroyarliðið vann 2-0 á Skála.

Í FSF Varpinum omanfyri ber til at síggja øll tey 17 málini, ið vórðu skorað í 4. umfari í EFFO-deildini.

Tíðindabræv frá Fótbóltssambandi Føroya