(Myndir: Ingi Samuelsen)

Video: Ormurin Langi borin yvir um Streymin

Ingi Samuelsen

16.08.2014 - 02:42

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Eins og víkingarnir á sinni tóku knørrarnar upp á land og drógu teir fram til næsta vatnveg, gjørdi knørramanningin umborð á kappróðrarbátinum Orminum Langa í Sundalagnum í dag.

Eftir at hava gjørt eina roynd at rógva 10-mannafarið upp móti harða streyminum, vórðu árarnir lagdir inn, og báturin settur upp á ein lítlan sand á Streymoyarlandinum norðan fyri brúnna.

Síðan var báturin tømdur fyri tyngjandi farm, og so varð Ormurin tikin - ikki upp á nakkan - men í hvussu so er í egnar hendur, og borin, skiftivís drigin eftir grasinum, yvir um harðasta streymin, undir brúnna og oman á ein lítlan sand sunnanfyri.

Sí livandi myndirnar við at trýsta á leinkið niðanfyri