Video: Bjargaði lítlum dreingi og fekk ríkisborgaraskap afturfyri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

28.05.2018 - 21:42

Tíðindi > Uttanlands > Annað

"Eg hugsaði ikki meira um tað. Eg klintraði bara upp, og Guð hjálpti mær".

Soleiðis greiddi 22 ára gamli tilflytarin úr vesturafrikanska landinum Mali, Mamoudou Gassama, frá, tá hann fyrr í dag varð boðin til samrøðu við franska forsetan, Emmanuel Macron.

Orsøkin var ein videoupptøka, ið hevur verið víst á nógvum tíðindasíðum kring heimin í dag.

Á videoupptøkuni sæst 22 ára gamli maðurin klintra upp á 4. hædd fyri at bjarga einum fýra ára gomlum dreingi, ið hekk útav eini altan, meðan ein granni royndi at hjálpa honum uppaftur. Upptøkan varð gjørd av einum gongufólki.

Mamoudou Gassama segði við franska BFM TV, at hann hevði hatað at sæð dreingin fingið skaða, so hann rann yvir at finna eina loysn, og hann takkar Guð fyri, at tað bar til at bjarga dreinginum.

Sæmbart CNN, var drongurin einsamallur heima, tá hann næstan datt útav altanini. Pápin, ið skuldi ansa eftir honum, var farin til handils. Hann er síðan blivin handtikin fyri vansketni og leyslatin aftur. Dómurin fellur í september, og drongurin er farin til aðra familju.

Mamoudou Gassama, ið kom til Fraklands fyri fáum mánaðum síðani, hevur fingið ríkisborgaraskap afturfyri sína góðu gerð. Eisini hevur hann fingið heiðursmerki og er síðani uppringdur av borgarstjóranum í París, Anne Hidalgo.

Okkurt kundi týtt uppá, at hann eisini hevur eitt starv í boði skjótt.

"Mamoudou hevur somu virði sum sløkkiliðið í París. Vit eru klár at bjóða honum vælkomnum," hevur sløkkiliðið í París skrivað á Twitter.