Mynd: EPA

Video: Røðan hjá krúnprinsessuni skaraði framúr



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

27.05.2018 - 13:08

Mentan > Tíðindi > Kongalig

Í gjár var stór veitsla á Christiansborg í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Fríðriki krúnprinsi.

Nógv kongalig vóru at síggja í veitsluni í gjár, m.o. vóru kongalig umboð úr Svøríki, Noregi, Belgia, Hollandi, Liktinstein og Luksemborg.

Nikolai prinsur, elsti sonur Joachim prins, ið fylti 18 ár í fjør, var eisini við í gjár. Hetta var fyrsta kongaliga veitslan hjá honum, nú hann var vorðin nóg gamal at fara við til tiltøk hjá teimum vaksnu.

Millum teir 360 gestirnar, vóru eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, og landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Kim Kielsen.

Bæði drotningin, Lars Løkke Rasmussen, og Mary krúnprinsessa hildu røðu, og tað var røðan hjá krúnprinsessuni, ið skaraði framúr. Tað heldur Lars Hovbakke Sørensen, ið er serfrøðingur innan kongshúsið.

"Hetta er ein røða, man fer at vísa brot úr í nógv ár framyvir," segði hann við DR.

Í gjár var fyrstu ferð, at Mary krúnprinsessa helt almenna røðu fyri manninum hjá sær. Røðan fekk gestirnar bæði at flenna og at tára. Røðan hjá Mary var ærlig og vísti eina aðra mynd av krúnprinsinum, enn tað almenna er von við.

"Tú ert ikki gírigur við látrinum ella tínum skemtisøgum. Og tey fylgjast ofta at, tí tú flennir øgiliga ofta eftir tínum egnu skemtisøgum," segði krúnprinsessan.

"Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi verið noydd at hoyra teg fortelja tær somu skemtisøgurnar umaftur og umaftur. Tað er, sum roynir tú at bøta um frásøguháttin ferð eftir ferð.

"Tey, ið hava havt ta gleði at vera úti og eta við tær, vita til dømis, at tá ein tænari spyr teg, 'are you finished' so kann man vera heilt vísur í, at tú svarar, 'no, no, I'm Danish' hvørja ferð. Og flennir hvørja ferð," segði krúnprinsessan, og hetta høvdu gestirnar nógvan stuttleika av.

"Tey føla, at tú hevur álit á tey, tá tey sjálvi eru í iva," segði Mary um børnini. "Tað besta tey vita er at vera saman við tær. Tað snýr seg ikki um, hvat tit gera saman, men um tað at tit eru saman. Tað er lætt hjá tær at finna títt innara barn fram, og børnini hjá tær elska, tá tann síðan av tær kemur fram gjøgnum hugflog og spæl. Men tú skalt eisini vita, at tey halda, tú dugur illa at tapa."

Eisini mintist krúnprinsessan aftur á fyrstu tíðina hjá henni í Danmark, áðrenn hon rættiliga visti, hvat arbeiðið hjá Fríðriki snýðu seg um.

Til ber at síggja røðuna longur uppi.